Útgivið
19. november 2021
Útgongur
6. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðingur til Niðristovu á Norðoya Røktarheimi

Vit sóknast eftir
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,6 frá 1. jan. 2022 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri hægri brøki. Starvið umfatar dagvaktir og 6. hvørt vikuskifti. Við hægri brøki verður tó talan um 3. hvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.  

Niðristova er karmur um bústað hjá 14 fólkum.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Fyri at røkka endamálinum um dygdargóða sjúkrarøkt á høgum fakligum stigi vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi, har tú í dagliga samstarvinum lutar tína vitan.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fert at hava sera fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi uppgávur. Breiðar kliniskar royndir eru tískil viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið vera ein fyrimunur. Í hesum starvinum fært tú møguleika fyri at førleikamenna teg innan kliniska vegleiðing ella onnur viðkomandi økir.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað, bjóða vit øllum starvsfólkum í NBH at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Menu á Gørðum, deildarleiðara, á tel. 793435 ella við telduposti til menag@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 6. desember 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið