Útgivið
10. maj 2022
Útgongur
10. juni 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðgongina

Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðgongina (1)

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhugað fyri sjúkrarøkt innan skurðøkið, har tú raðfestir høga dygd? Hevur tú hug at arbeiða á einari deild við royndum og ídnum starvsfelagum, so er hetta starvið júst nakað fyri teg. 

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingini til Skurðgongina til setan 1. sept. 2022. Talan er um eitt upplæringsstarv í 1 ár, sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 1,0. Eftir 4-6 mánaðar í upplæring gerandisdagar, er starvið við tilkallivaktum eftir kl. 16.00 og døgnvaktum í vikuskiftunum.

Á Skurðgongini starvast 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 4 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopieindini og 3 sterilassistentar. Skurðgongin hevur 6 skurðstovur, endoskopieind og sterilsentral. Okkara sergreinar eru ortopedi, alm. kir., gynækologi, urologi og bróstskurðviðgerðir. Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðir. Í sterilsentralinum vera øll instrument endurviðgjørd til allar skurðviðgerðir.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey eru við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

Førleikar

  • Sjúkrarøktarfakligur áhugi innan skurðøkið
  • Kreativitet og fleksibilitet
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleiki 

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum og uppgávum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  •  Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200, gudli@ls.fo ella Elin Vitalis, depilsleiðari, lokal 5102, elivi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 10.06.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Deildarleiðari til Skógrøkt   Faroe Islands nýtt
11. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið