Lýsing
Sjálvstøðugt, handverksligt starv á Virkisdeildini
Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi handverkara ella líknandi við góðum handalagi til Virkisdeildina
Arbeiðsuppgávur
Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, sum fevnir um service og umvælingar av entreprenørmaskinum og bilum umframt smiðjuvakt í sambandi við vetrarhald. Tú kemur at hava ábyrgd av, at service verður gjørd av maskinum og bilum. Tú fylgir við og ger avtalur við brúkaran um at gera service. Tá service-avtalur ikki eru tøkar, so er títt arbeiðsøki í smiðjuni í Kollafirði.
Førleikar
Tú ert antin útbúgvin maskinist, maskinsmiður, bilsmiður ella líknandi og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó at tað ikki er ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur bæði vanliga og stóra koyrikortið.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur dirvi til at seta teg inn í nýggjar uppgávur. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur/-som, dugnalig/-ur og væl skipað/-ur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú vísir arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávum.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð í vetrarhálvuni. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Fasti arbeiðsstaðurin er á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, men arbeiðsøkið fevnir um alt økið hjá Virkisdeildini.
Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) kunnu sendast okkum umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. september 2021.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðara fyri maskinumsitingini, tlf. 290 725 ella á teldupost alma@lv.fo.