Bakkafrost
Útgivið
28. april 2023
Útgongur
16. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Arbeiðsøki
Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at passa fóðring
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tín vangamynd
Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

Vit bjóða
Sum alari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vit
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jóhan M. Dam, formann, t-post joda@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 48.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 16. mai 2023, men vit gjøgnumganga umsóknirnar so hvørt, sum tær koma inn. Møguleiki er at byrja beinan vegin.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.700 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið