
Lýsing
Starvið er fultíðarstarv.
Sjóndepilin hevur tríggjar sjálvstøðugar eindir:
Ráðgevingin og Dagtilhaldið á Íslandsvegnum og Verkstaðið á Traðabrekku.
Sí meira á heimasíðuni: www.sjondepilin.fo
Starvsfólkið søkt verður eftir, kemur at arbeiða á Dagtilhaldinum og Verkstaðnum.
Vanliga arbeiðstíðin liggur í dagtímunum.
Uppgávur:
- Virka við verandi tilboðum
- Seta í gongd nýggjar aktivitetir
- Ábyrgd av samskipan á
- Dagtilhaldinum
- Ábyrgd av samstarvi við
- Traðabrekku
- Skipa fyri vikuligum fundum
- Partur av framleiðslutoyminum
Fakligir førleikar t.d.:
- Námsfrøðingur - við royndum at arbeiða við vaksnum
Ítrivsvegleiðari - Útbúgving innan ymsikt handverk ella hondarbeiði
- Førleikar innan veving hava fyrimun
- Telduførleiki til vanligt samskifti
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur handaliga útbúgving
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
- í samstarvi við onnur
- Er tolin og fyrikomandi
- Dugir at loysa trupulleikar og hugsa kreativt
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Starvið verðru sett frá 1. sept. 2025 ella eftir nærri avtalu.
Send okkum umsókn saman við CV og avriti av prógvum í seinasta lagi 25.juli 2025.
Adressa: Sjóndepilin, att. leiðarin, Íslandsvegur 10A, 100 Tórshavn
Teldupostur: kak@sjondepilin.fo