
Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum til 20 tímar um vikuna.
Vanlig arbeiðstíð er týsdag, mikudag og hósdag – tá Dagtilhaldið er virkið.
Starvið umfatar:
- Ábyrgd av køkinum
- Matgerð
- Ábyrgd av innkeypi
- Planleggja og gera viku ætlanir
- Verða blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar
Krav til fakligar førleikar:
- Hava royndir at gera mat til nógv fólk
- Hava koyrikort
Krav til persónligar førleikar:
- Jaligur
- Góð samstarvsevnir
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Gera heilsu góðan mat
- Hava hugflog
Sjóndepilin bjóðar:
- Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
- Atlit og arbeiðshættir
- Góðar arbeiðis umstøður
- Møguleikar fyri menning
- Góðar starvsfelagar
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Starvið verður sett 13. august ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juni 2024.
Umsóknin skal sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
Íslandsvegur 10A
FO-100 Tórshavn
Ella sum teldupost: kak@sjondepilin.fo