Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. maj 2024
Útgongur
9. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Uttanlandstænastan søkir eftir 1 sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða sum sjúklingasamskipari á Uttanlandstænastuni.

Talan er um fast starv á 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í dagtímunum gerandisdagar.

Starvið verður lýst leyst til setan 1. september 2024 ella sambært avtalu.

Høvuðsuppgávan hjá sjúklingasamskiparunum á Uttanlandstænastuni er, at fyriskipa og miðsavna allar uppgávurnar í sambandi við at sjúklingar verða ávístir uttanlands til viðgerðar, herundir eisini at eftirkanna og menna sjúklingagongdir, sum fevna um viðgerð uttanlands. Endamálið er at fáa eina vælskipaða, hóskandi og skjóta sjúklingagongd við sjúklinginum í miðdeplinum.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum, at

  • Umsita innkallingar frá viðgerðarstøðum uttanlands til føroyskar sjúklingar
  • Samskifta við sjúklingar og avvarðandi
  • Veita umsorgan til sjúklingar og avvarðandi í til tíðir sera truplum støðum
  • Fyriskipa og arbeiða við sjúklingagongdum við beinleiðis samskifti, umframt á ymiskum talgildum pallum
  • Samstarva tætt við læknar og klinisk starvsfólk á deildunum á Landssjúkrahúsinum, sjúklingavegleiðarar og -samskiparar uttanlands, sjúklingahotell, flutningsfeløg og sjúkrahús uttanlands
  • Vegleiða og ráðgeva um rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi, sambært galdandi kunngerð
  • Taka avgerð um fylgjarafyrispurningar, í tráð við galdandi lógarverk
  • Vera partur av einum toymi, sum arbeiðir við at menna sjúklingagongdir
  • Vera virkin partur í at loysa tær uppgávur, ið Uttanlandstænastan annars hevur, t.d. í samband við andlát og avrokning av útlendingum í viðgerð á Landssjúkrahúsinum
  • Halda eyga við og eftirkanna klinisku sjúklingagongdirnar sum fevna yvir landamark og arbeiða við at dygdarmenna hesar, bæði í mun til einstaka sjúklingin og sum heild
  • Halda eyga við og eftirkanna, at avrokningar frá viðgerðarstøðum uttanlands eru samsvarandi tað, sum Føroyska Sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklingin til
  • Halda eyga við og eftirkanna, at kliniska sjúklingagongdin samsvarar galdandi avtalur millum Føroyska Sjúkrahúsverkið og viðgerðarstøð uttanlands, umframt galdandi lógarverk

Vit bjóð

  • Eitt fjøltáttað og avbjóðandi starv, har tú ert partur av einum sera vælvirkandi toymi
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er í miðdepli og har mentanin er merkt av opinleika og góðum samstarvi
  • Eitt arbeiði, har arbeiðslagið er merkt av skjótleika og uppgávum, sum krevja gott yvirlit, skjótar avgerðir og skjóta avgreiðslu
  • Støðuga menning í mun til ymisku arbeiðsuppgávurnar, har tín útbúgving, vitan og royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur hava stóran týdning, bæði í tí sjúklingavenda og fyrisitingarliga arbeiðinum og avgerðunum
  • Eitt týðandi starv har samstarvið við ymiskar fakbólkar, sjúklingar og avvarðandi hevur alstóran týdning
  • Eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum
  • Góða, stigvísa og støðuga innleiðslu í eitt fjøltáttað arbeiði
  • Ávirkan á menningina av arbeiðinum

Førleikakrøv

  • Góðkenda útbúgving og hollar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Evni at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Arbeiða tilvitað, málrættað og kvikliga, bæði sjálvstøðugt og í samstarvi, tá uppgávan krevur tað, umframt tá arbeiðstrýstið er stórt og krevjandi
  • Megnar og ynskir at vera ein virkin partur av starvsfólkatoyminum
  • Góð evni at samskifta og handfara truplar støður
  • Góð evni til at møta sjúklingi og avvarðandi á ein rúmandi, virðiligan hátt og veita teimum umsorgan
  • Góð samstarvsevni
  • Opin og tænastusinnað/-ur mótvegis sjúklingi, avvarðandi og samstarvsfólkum
  • Góð evni at møta sjúklingi og avvarðandi í kreppustøðum
  • Hevur heildaryvirlit, setur orð á, vegleiðir og gongur undan í samskipan og samskifti fyri at tryggja, at alt hongur saman og viðvirkar til góðsku í sjúklingagongdini
  • Hevur áhuga og hegni til fyrisitingarligt arbeiði
  • Hevur áhuga og hegni til at eftirkanna einstakar og almennar sjúklingagongdir, og í samstarvi við onnur at taka ábyrgd fyri, at gera vart við og betra, um viðurskifti, sum ávirka sjúklingagongdirnar
  • Góðan telduførleika og áhuga og dirvi at arbeiða við nýggjum skipanum
  • Hevur góðan førleika at orða teg bæði munnliga og á skrift á føroyskum, donskum og enskum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvør Justinussen, deildarleiðara á Uttanlandstænastuni, tlf. 507672 ella á teldupostadressuni ingju@ls.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 9. august 2024.

Vinarliga søk starvið her.

 

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttanfyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Uttanlandstænastan
Uttanlandstænastan er partur av Kliniska stápinum á Sjúkrahúsverki Føroya við staðsetan á Landssjúkrahúsinum. Leiðarin á Uttanlandstænastuni vísir til leiðaran í Kliniska stápinum. Á Uttanlandstænastuni arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og skrivstovufólk. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar í mun til lógarverk og sáttmálar og deildin er ein samskipandi eind fyri klinisku deplarnar á sjúkrahúsunum og sjúklingarnar, sum verða ávístir til viðgerð uttanlands. Uppgávurnar eru umframt at vera sjúklingatengdar eisini í mun til fígging, avgreiðslu og fyriskipan í tilrættaleggjanini av viðgerð uttanlands. Somuleiðis fevna uppgávurnar um at samskifta við avvarðandi tá talan er um andlát, umframt samskifti, ráðgeving og avrokning í samband við at útlendingar fáa viðgerð/tænastu frá Sjúkrahúsverkinum. Starvsfólk hjá Atlantic Airways við staðsetan á Uttanlandstænastuni eru ein náttúrligur partur av starvsfólkabólkinum.

Kliniskur stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í Kliniska stápinum, so tær stuðla undir virksemið í samlaða sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið