Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. maj 2024
Útgongur
12. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til sjúkrarøktarfrøðing at byrja 1. september 2024

Útbúgvingin til anestesisjúkrarøktarfrøðing er ein serútbúgving. Serútbúgvingin tekur 2 ár og er bæði ein teoretisk og praktisk útbúgving. Útbúgvingin er í samstarvið við Esbjerg Sygehus, soleiðis at praktiski parturin verður ein part á Landssjúkrahúsinum og ein part á Esbjerg Sygehus, meðan teoretiski parturin er í Regionsyd í Danmark. Byrjað verður 01.09.24 og útbúgvingin endar 31.08.26,

Útbúgvingin er løgd til rættis til fulltíðarstarv. Kliniski parturin av serútbúgvingini er primert á Anestesideildini á Landssjúkrahúsinum og Anestesideildini á Esbjerg Sygehus. Byrjað verður á Landssjúkrahúsinum.
Sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur verður tú partur av tí háteknologisku sjúkrarøktini, sum

byggir á vitan, tekniskar kunnleikar eins og ikki-tekniskar førleikar. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, frá planløgdum til akuttar skurðviðgerðir, traumamóttøku, hjartastopp, sjúklingatransportar o.a. Harafturat er innihaldið í arbeiðsuppgávuni eitt samspæl millum sjúkling og teg, serliga tá hugsað verður um samskifti, har tín servitan og praktiskar førleikar koma í spæl.

Arbeiðið er sjálvstøðugt, samstundis sum arbeiðið í toyminum á skurðstovuni og í øðrum akuttum arbeiði er sera týdningarmikið við fokus á samskifti og samstarv.

Útbúgvingin til anestesisjúkrarøktarfrøðing er ein serútbúgving. Serútbúgvingin tekur 2 ár og er bæði ein teoretisk og praktisk útbúgving. Útbúgvingin er í samstarvið við Esbjerg Sygehus, soleiðis at praktiski parturin verður ein part á Landssjúkrahúsinum og ein part á Esbjerg Sygehus, meðan teoretiski parturin er í Regionsyd í Danmark. Byrjað verður 01.09.24 og útbúgvingin endar 31.08.26,

Útbúgvingin er løgd til rættis til fulltíðarstarv. Kliniski parturin av serútbúgvingini er primert á Anestesideildini á Landssjúkrahúsinum og Anestesideildini á Esbjerg Sygehus. Byrjað verður á Landssjúkrahúsinum.

Sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur verður  partur av  háteknologisku sjúkrarøktini, sum byggir á vitan, tekniskar kunnleikar eins og ikki-tekniskar førleikar. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, frá planløgdum til akuttar skurðviðgerðir, traumamóttøku, hjartastopp, sjúklingatransportar o.a. Harafturat er innihaldið í arbeiðsuppgávuni eitt samspæl millum sjúkling og teg, serliga  hugsað verður um samskifti, har tín servitan og praktiskar førleikar koma í spæl.

Arbeiðið er sjálvstøðugt, samstundis sum arbeiðið í toyminum á skurðstovuni og í øðrum akuttum arbeiði er sera týdningarmikið við fokus á samskifti og samstarv.

 lysing her

 

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025
7. november 2025
6. november 2025
6. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið