Lýsing
Fast starv til sjúkrarøktarfrøðing Í ADHD klinikkini á brøki 0,6
Starvið er frá 1.desembur 2025 ella skjótast gjørligt.
ADHD er í løtuni tað skjótast vaksandi arbeiðøkið í vaksin psykiatri. Arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum innan hesa uppgávu inniber viðtalur, kanningar og eftirviðgerð, samskipan, umframt undirvísing og ráðgeving av avvarandi og øðrum myndugleikum. Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú eisini arbeiðir tætt saman við tínum starvsfeløgum.
Arbeitt verður í løtuni við at skipað alla ambulantu vaksinpsykiatriina sum eina eind og kann hetta koma at merkja broytingar í arbeiðsuppgávuni innan ADHD klinikkina
Vit arbeiða áhaldandi við betran av okkara tænastu til einstaka sjúklingin. Vit arbeiða við betranararbeiði í Sjúkrahúsverkinum og verður hetta gjørt eftir háttalagnum Quality Improvement.