Landssjúkrahúsið
Útgivið
7. marts 2024
Útgongur
25. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.

Vit søkja eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í fast starv á starvsbrøki 0,9 frá 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu.

Bráðdeildin er ein deild við fleiri ymiskum serøkjum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu og bráðmóttøku.

Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.

Vit kunnu bjóða tær:

  • innleiðslu
  • fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
  • eitt spennandi og mennandi umhvørvi

Tú hevur:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
  • evni til skjótt at skapa tær yvirlit
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • góð samstarvsevni og er fleksibul
  • eitt opið og jaligt sinni
  • møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum
  • teldukunnleika
  • ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini

Fyrimun hava umsøkjarar við intensivari serútbúgving ella kliniskum royndum innan serøkini á deildini.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jonleyg Fossabrúgv, deildarleiðara á G1, á tlf. 304500, lokal 5811, t-post lsjonfo@ls.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 25. mars 2024

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið