ALMANNAVERKIÐ
Útgivið
14. oktober 2022
Útgongur
2. november 2022
Staður
Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um Skálagarð
Skálagarður er nýggjur bú-, endurmenningar- og umlættingstovnur við 15 íbúðum.
Skálagarður er ein depil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Hugtakið seinheilaskaði verður nýtt, tá heilaskaðin ikki er viðføddur, men íkomin seinni í lívinum.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum sum hava áhuga fyri at arbeiða við menniskjum, sum hava seinheilaskaða.
Í gerandisdegnum verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar, og borgarin fær røkt og umsorgan í einum umhvørvi, sum stuðlar undir møguleikan at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív sum til ber.
Vilt tú gera mun fyri borgarar við seinheilaskaða við at arbeiða heilsufremjandi og menna neuroheilsurøktina í Føroyum, so er hetta júst nakað fyri teg.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstørv at byrja 01.01.2023. Arbeitt verður í tvey- og trískiftisvaktum umframt døgnvaktum, har tú kanst vænta vikuskiftisvaktir 3. hvørt vikuskifti. Møguleiki verður at gera avtalu um lægri arbeiðsbrøk.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144195&DepartmentId=19140&MediaId=4615

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið