Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum sum avloysarum at byrja 1. september 2023 ella skjótast tilber. Hevur tú hug at taka vaktir sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska tær, vit leita eftir.
Heimatænastan
Heimasjúkrarøktin er ein partur av Heimatænastuni og starvast verður í tøttum samstarvið við heilsurøktarum, heilsu- og heimahjálpum, fysio- og ergoterapeutum. Tað starvast 15 heimasjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni, ið er staðsett í Heilsuhúsinum. Heilsuhúsið er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Heilsuhúsið veitir tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar, umframt at tvørgangandi tænastur inn á stovnarnar eru skipaðar í Heilsuhúsinum.
Kjarnuuppgávan hjá Heilsuhúsinum er at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar og borgarar á røktarheimi, ið hava tørv á sjúkrarøkt, røkt, umsorgan og rehabilitering við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og á at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu