Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. januar 2024
Útgongur
28. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin søkir eftir 2 sjúkrarøktarfrøðingum til B6. Talan er um 2 føst størv at byrðja 01.03.24. ella eftir avtalu. Bæði størvini eru á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum.

B6 er ein medisinsk songjardeild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er í samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra sergreinar á deildini.

Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:

Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin og palliatión. Av tí at vit flyta í H-bygningin í 2024, verða broytingar í organisering og plasering.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • fakligur áhugi innan sergreinarnar
  • góð tvørfaklig samstarvsevni
  • góður telduførleiki
  • vilji og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
  • undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin

Vit kunnu bjóða:

  • innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðni Remberg deildarleiðara á B6, tlf. 304500, lokal 6036, teldupostur lsgudre@ls.fo ella til Anju Brekkstein varaleiðara, tlf. 304500, lokal 6019, teldupostur anjbr@ls.fo.

Umsóknar freistin er 28.01.24. kl. 24.00

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgvingina skula havast við til eina møguliga samrøðu.

 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið