Lýsing
Familudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Børn og Ung somatik. Talan er um trý farloyvisstørv. Eitt á starvsbrøki 0,7 og eitt á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum til setan frá 01.09.2022 til og við 31.08.2023 og eitt á starvsbrøki 0,7 til setan frá 01.09.2022 til 31.12.2022.
Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.
Familudepilin varð settur á stovn 01.06.2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin primo 2023.
Um eindina Børn og Ung somatik
Eindin fevnir um innløgd børn og ung frá 0 til 18 ár, neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum. Eindin fevnir eisini um ambulant virksemi.
Neonatologiin er í løtuni staðsett á Føðideildini, men flytir í Børn og Ung somatik eindina, tá ið flutt verður í nýggja H-bygningin.
Førleikar
- Danska autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan serøkið kann hava ein fyrimun
- Hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað í eindini
- Kreativ/ur og fleksibul
- Broytingarsinnað/ur
- Førleika at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklinga innleiðslu í eindini
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Herdis Ludvig, funktiónsleiðara fyri Børn og Ung somatik, á tlf. 304599 lok 6055 ella t-post herlu@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 17.06.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Barnaváttan verður kravd í sambandi við setanina.
Á heimasíðu okkara, www.ls.fo, kann ein lesa um okkara visjón, missjón og strategimál, undir leinkinum "um okkum."
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.