Landssjúkrahúsið
Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til tvey farloyvisstørv við setan frá 1. mai 2026 til 30. apríl 2027, ella eftir nærri avtalu.
Um eindina Børn & Ung Somatik
Eindin Børn & Ung Somatik er fyri børn upp til 18 ár og umfatar:
- Akuttmóttøku av børnum og ungum til útgreinan og viðgerð
- Seingjadeild, har børn kunnu vera innløgd
- Neonataleind fyri sjúkar nýføðingar og ov tíðliga fødd børn
- Ambulatorii, har børn koma til viðtalu hjá lækna ella sjúkrarøktarfrøðingi