Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. juli 2023
Útgongur
27. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til barna- og ungdómssomatikkina. Talan er um tvey føst størv, eitt á brøki 0,7 og eitt á brøki 0,8 í skiftandi vaktum. Bæði størvini eru til setan frá 01.10.2023.

Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Familjudepilin varð settur á stovn 1. juni 2021. Børn & Ung Somatikk flytir eftir ætlan yvir í nýggja H-bygningin í 2024.

Tey ið sett verða til hesi størvini, koma at arbeiða á barnadeildini til flutt verður yvir í H-bygningin.

Les meira um starvi her

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
12. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið