Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í føst størv á brøki 0,9 frá til setan 01.11.2022 og eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi í eitt avloysarastarv á brøki 1,0 til frá 01.11.2022 til og við 31.08.2023.
Bráðdeildin er ein deild við fleiri ymiskum serøkjum, sum umfata intensiva deild, viðrakning, skaðastovu og bráðmóttøku.
Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Hug til fakliga menning og avbjóðingar
- Góð samstarvsevni og tú ert fleksibul
- Tú hevur eitt opið og jaligt sinni
- Megnar og møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum
- Teldukunnleika
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
Fyrimun hava umsøkjarar við intensivari serútbúgving ella kliniskum royndum innan serøkini á deildini.
Vit kunnu bjóða
- Innleiðslu
- Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
- Starvsfelagar við góðum fakligum førleikum
- Eitt spennandi og mennandi umhvørvi
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Jónleyg Fossabrúgv, deildarleiðara á G1, á tlf. 304500, lokal 5811 ella t-post lsjonfo@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 19.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.