Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til B6 at byrja 01.05.2023 ella eftir avtalu. Talan er um tvey farloyvisstørv í skiftandi vaktum á starvsbrøki 0,8. Tað eina er frá 01.05.2023 til og við 30.09.2023 og hitt er frá 01.05.2023 til og við 31.09.2024.
B6 er ein medisinsk deild, sum tekur ímóti elektivum og akuttum sjúklingum. Deildin hevur pláss fyri 17 sjúklingum. Virksemið á deildini er við tøttum samstarvi við tey ambulatoriir, ið tilhoyra somu sergreinar.
Sjúkrarøkt og viðgerð á deildini eru innan hesar sergreinar:
Onko-, gastroentero-, endokrino-, hemato-, reumato-, dermato-, nephro-, infektiónsmedisin, og palliatión.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- sjúkrarøkt og viðgerð til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina.