Landssjúkrahúsið
Útgivið
23. juni 2023
Útgongur
20. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir 2 sjúkrarøktarfrøðingum. Talan er um farloyvisstørv á brøki 0,8 til setan frá 01.09.23 – 31.08.24

Eina starvið er í Eysturoynni og hitt í Norðstreymi og Vágunum.

Vit ynskja at setanin kann byrja 01.09.23 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú hug at verða við til at mynda okkara økispsykiatri?

Í Eysturoyar økinum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða saman um økið og í Norðstreymi/Vágum eru teir tríggir. Vit eru í alt tólv sjúktarøktarfrøðingar í økispsykiatriini og aðru hvørja m samstarvi við allar fakbólkar í psykiatriini og tvørgeiraligt, so sum heimatænastu, kommunulækna og onnur.

Psykiatriski Depilin arbeiðir eftir hugburðinum, ”Samskapað psykiatri”, har rehabilitering og recovery eru týdningarmikil í tilgongdini til einstaka sjúklingin

At virka fyri, og í samstarvi við einstaka persónin við sálarligum avbjóðingum, at koma seg, at arbeiða við tí hann setir sær sum mál og skapa karmar, so hann hevur møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virðiligt og virkið lív sum til ber.

Starvsdagurin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í Økispsykiatriini er mest við heimavitjanum hjá borgarum og annars viðtalum á skrivstovuni.

Á Psykiatriska Deplinum arbeiða vit miðvíst við betranararbeiði eftir háttinum Quality Improvement, so vit áhaldandi kunnu menna og halda støðið á tænastu, trygd og dygd.

sí lýsing her

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið