Landssjúkrahúsið
Útgivið
24. juli 2023
Útgongur
13. august 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við at hæmodialysu funktión verður íverksett í Suðuroy søkir Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til Hæmodialysuna. Størvini eru fulla tíð í dag- og kvøldvaktum, møguleiki er eisini fyri lægri brøki.

Arbeiðsøkið er á Landssjúkrahúsinum í Havn og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Upplæringin verður eitt samansett forløb á Landsjúkrahúsinum og í Danmark. Roknast skal við regluligari ferðing í starvinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • at veita røkt og viðgerð til sjúklingar í hæmodialysu.

Dentur verður lagdur á:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • minst 2 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á kliniskum deildum
  • góð samstarvsevni
  • møguligar royndir á hæmodialysudeild og kunnleiki innan økið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit bjóða:

  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • ávirkan á fakliga menning
  • upplæring í at arbeiða við Hæmodialysu.

Nærri fæst at vita við at ringja á 304500 til Evu M. Holm, deildarleiðara, lokal 6250.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er tann 13.08.2023.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal vikomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Líknandi størv

UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
29. december 2025
29. december 2025
TEST UX Sniðgevi   Faroe Islands nýtt
27. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið