Landssjúkrahúsið
Útgivið
20. september 2023
Útgongur
4. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í sambandi við at hæmodialysa verður skipað á Suðuroyar Sjúkrahúsi, søkir Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum til Hæmodialysudeildina. Størvini eru dag- og kvøldvaktir og møguleiki er at søkja fulla- ella niðursetta tíð.

Satelittfunktiónin byrjar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá nýggju starvsfólkini eru upplærd og kunnu veita eina dygdargóða viðgerð og røkt í dialysuni.

Tú verður við til at mynda nýggja dialysusatelittin í tøttum samstarvi við leiðsluna og kemur at menna skipanina soleiðis, at dygdin verður eins góð á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Dialysudeildin á Landssjúkrahúsinum er mannað við 8 royndum og vælskikkaðum sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða í skiftivaktum dag og kvøld og í vikuskiftum. Nýralæknar hava fakligu ábyrgdina fyri borgarum, sum fáa dialysu í Føroyum.

Starvið verður tillagað eftir, hvar tú býrt. Arbeiðið er í høvuðsheitum í Suðuroy, tó við vaktum og fakligum viðlíkahaldi á Landssjúkrahúsinum.

Ynskið hjá okkum er at fáa umsóknir úr bæði Suðuroy og meginøkinum. Skipað upplæring verður partvís í Danmark og á Landssjúkrahúsinum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • at veita røkt og viðgerð til sjúklingar í hæmodialysu

Dentur verður lagdur á:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • minst 2 ára royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á kliniskum deildum
  • góð samstarvsevni
  • møguligar royndir á hæmodialysudeild og kunnleiki innan økið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Vit bjóða:

  • ein spildurnýggjan hæmodialysu satellitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi
  • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • positivt tvørfakligt samstarv
  • ávirkan á fakliga menning
  • upplæring í at arbeiða við hæmodialysu

Nærri fæst at vita við at ringja á 304500 til Evu M. Holm, deildarleiðara, lokal 6250.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er tann 3. oktober 2023.

Vinaliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal vikomandi hava eina negativa MRSA skjalaváttan, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini umframt Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Landssjúkrahúsið hevur áleið 133 sengur innan somatiska og psykiatriska økið, og samanlagt áleið 900 starvsfólk. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri sjúkrahús uttanlands, og arbeiða konsulentar innan ymiskar sergreinar regluliga á sjúkrahúsinum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur áleið 24 sengur innan somatiska økið og samanlagt áleið 120 starvsfólk. Umframt føstu læknarnar starvast fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjapláss innan somatiska økið og samanlagt hava áleið 110 starvsfólk sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum.

Líknandi størv

2. december 2023
Trý starvsfólk til sambýli í Havn   Faroe Islands nýtt
2. december 2023
2. december 2023
Bilførari til OCD.   Faroe Islands nýtt
2. december 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið