Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu
Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um heimatænastu og eldrarøkt.
Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Á Handarastova búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdagóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan, at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarir og heilsuhjálparar umframt hjálparfólk.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144488