VEKS
Útgivið
3. juli 2023
Útgongur
17. juli 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber.

Starvsbrøkur 1,0 - ella eftir avtalu.

Byrjunardagur eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Arbeiðsøkið

  • Virkisøkið fevnir um sjúkrarøkt til borgarar í øllum VEKS-økinum

Arbeiðsstaður

  • Størv við skrivstovu á Mørkini í Streymnesi / Korndalsbýlinum á Eiði
  • Starv við skrivstovu á Heiminum á Grønanesi, Vestmanna

Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

  • At veita kliniska sjúkrarøkt
  • Gera røktargongdir til borgarar í økinum
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir
  • Palliativa sjúkrarøkt
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
  • Vegleiða lesandi

Førleikar 

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, við áhuga fyri at virka og menna eldraøkið
  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran og teirra avvarðandi
  • Góðan telduførleika
  • Koyrikort til persónbil

Lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juli 2023 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Helfrid Poulsen, eindarleiðara, tlf. 793251
  • Sóleyð Staksberg, eindarleiðari tlf. 793230

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið