
Lýsing
Søkt verður eftir:
- 2 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum til Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni, at seta skjótast tilber.
- 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi (farloyvisstarv fram til 01.10.2023) til Heimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu, at seta skjótast tilber.
Talan er um nýggj og spennandi størv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.
Starvsbrøkur eftir avtalu.
Størvini eru í dagvaktum, gerandisdagar.
Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:
- At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l)
- Gera røktagongdir til bogarar
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir
- Palliativa sjúkrarøkt
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
- Vegleiða lesandi
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góðan telduførleika
- Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Hevur góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Koyrikort til persónbil
Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða og menna teg innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. februar 2023 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, á tlf. 793251
- Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo