
Lýsing
Søkt verður eftir:
- 2 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum til primært Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í Sunda- og Eiðis Kommunu.
Talan er um spennandi størv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.
Starvsbrøkur: 0,8 (32 tímar)
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum:
- At veita kliniska sjúkrarøkt
- Gera røktargongd til borgarar
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir
- Palliativa sjúkrarøkt
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
- Vegleiða lesandi
Førleikar
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hevur góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Góðan telduførleika
- Koyrikort til persónbil
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. nov. 2023 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo