VEKS
Útgivið
24. januar 2023
Útgongur
8. februar 2023
Staður
Bakkavegur 59, 350 Vestmanna, Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • 2 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum til Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni, at seta skjótast tilber.
  • 1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi (farloyvisstarv fram til 01.10.2023) til Heimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu, at seta skjótast tilber.

Talan er um nýggj og spennandi størv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.

Starvsbrøkur eftir avtalu.

Størvini eru í dagvaktum, gerandisdagar.

Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

  • At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l)
  • Gera røktagongdir til bogarar
  • Miðla og fylgja upp á røktargongdir
  • Palliativa sjúkrarøkt
  • Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
  • Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
  • Vegleiða lesandi

Førleikar 

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góðan telduførleika
  • Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð evnir at samskifta
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Koyrikort til persónbil

Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða og menna teg innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. februar 2023 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, á tlf. 793251
  • Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið