Landssjúkrahúsið
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
30. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- Neurologi og Dermatologi

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. desember ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um føst størv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum.

H1 er songjardeild við 35 songjarplásssum, deilt á trý toymir. H1 - Neurologi og Dermatologi toymið taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan dermatologi. Toymið hevur pláss fyri 8 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvið við amnulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:

  • Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • at tú hevur fakligan áhuga innan økið
  • at tú hevur góðan telduforleika
  • at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
  • at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv

Lýsing eftir sjúkrarøktarfrøðingi til apopleksideild á Lanssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til B7 at byrja 1. november ella skjótast gjørligt eftir hetta. Talan er um fast starv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum.

B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Vit taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini.

Ætlandi flyta vit í H-bygningin í ár, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:

  • Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
  • At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • at tú hevur fakligan áhuga innan økið
  • at tú hevur góðan telduforleika
  • at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
  • at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 30. november 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið