LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
18. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum til neonatologiina í Børn og Ung somatik. Talan er um tvey farloyvisstørv á starvsbrøki 0,8 við starvsbyrjan 01.11.2022 til og við 30.09.2023 og 01.11.2022 til og við 31.12.2023 ella eftir avtalu.

Eindin Børn og Ung somatik fevnir um innløgd børn og ung frá 0 til 18 ár, neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum. Eindin fevnir eisini um ambulant virksemi.

Tú kemur at starvast við eini spennandi sergrein saman við fakliga eldhugaðum starvsfeløgum, ið vilja gera mun hjá teimum familjum, ið hava tørv á serkunnleikanum á deildini. Vit leggja dent á tætt samstarv, og tú kemur at arbeiða saman við royndum starvsfeløgum, ið tú kann sparra við. Vit arbeiða tvørfakligt út frá meginregluni um familjumiðsavnandi røkt, har foreldrini eru ein sameindur og natúrligur partur av røkt og viðgerð.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið ynskir at koma at kenna neonatologiina ella víðka sínar førleikar innan serøkið, umframt ein sum hevur fakligan áhuga í røkt og viðgerð av akut sjúkum pinkubørnum.

Neonatologiin er í løtuni staðsett á Føðideildini, men flytir í Børn og Ung somatik eindina, tá ið flutt verður í nýggja H-bygningin. Sjúkrarøktin kemur í skiftistíðini at umfata bæði neonatalrøkt og barsilsrøkt.

Familjudepilin varð settur á stovn 01.06.2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin primo 2023.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn og avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku.

Førleikar

  • Danska autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan serøkið kann hava ein fyrimun
  • Hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað í eindini
  • Evni til at handla í akuttum støðum og at skapa tær yvirlit
  • Kreativ/ur og fleksibul
  • Broytingarsinnað/ur
  • Førleika at miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt einstaklingainnleiðslu í eindini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Møguleika fyri upplæring innan neonatala økið
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á trivnað og menning
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, sum hevur eitt høgt fakligt støði

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oddvør Simonsen, toymisleiðara, á t-post oddsi@ls.fo ella Herdis Ludvig, funktiónsleiðara, á t-post herlu@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 18.10.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið