Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. november ella skjótast gjørligt. Talan er um barsilsstørv, á starvsbrøki 0,8 í blandaðum vaktum, til 31. desenber 2024. Møguleiki er fyri hægri starvsbrøki.
B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Tikið verður í móti akuttum sjúklingum við apopleksi, elektivum ambulantum sjúklingum og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. Sklerosa, Parkinson, ALS og Epilepsi. Umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar. B7 hevur 10 seingjarpláss.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini. Sjúkrarøkt til akuttar apopleksisjúklingar. At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt. Vit leggja stóran dent á tvørfakligt samstarv. Eisini vanta vit av starvsfólkunum, at tey viðvirka til ein jaligan hugburð og menning av tí tvørfakliga samstarvinum, sum dagliga er við terapeutar.
Ein partur av arbeiðsuppgávunum er yvirflytingin í H-bygningin. Ætlandi flyta vit í H-bygningin innan leingi, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.