Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. januar ella skjótast gjørligt. Talan er um barsilsstørv, á starvsbrøki 0,8 í blandaðum vaktum, til 31. desenber 2024. Møguleiki er fyri hægri starvsbrøki.
B7 er partur av medisinska deplinum, og er høvuðssergreinin neurologi. Tikið verður í móti akuttum sjúklingum við apopleksi, elektivum ambulantum sjúklingum og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. Sklerosa, Parkinson, ALS og Epilepsi. Umframt sjúklingum innan aðrar medisinskar sergreinar. B7 hevur 10 seingjarpláss.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini. Sjúkrarøkt til akuttar apopleksisjúklingar. At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt. Vit leggja stóran dent á tvørfakligt samstarv. Eisini vanta vit av starvsfólkunum, at tey viðvirka til ein jaligan hugburð og menning av tí tvørfakliga samstarvinum, sum dagliga er við terapeutar.
Ein partur av arbeiðsuppgávunum er yvirflytingin í H-bygningin. Ætlandi flyta vit í H-bygningin innan leingi, og tí verða væntandi broytingar í bæði organisering og arbeiðsplasering av lýstu størvunum.
Vit leggja dent á:
- at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
- at tú hevur fakligan áhuga innan neurologi
- at tú hevur telduforleika
- at tú hevur viljan at brúka reflektión sum lið í menningini
- at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunna bjóða:
- innleiðslu og upplæring inn sergreinar á deildini
- eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt og gevandi samstarv
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 11. desember 2023.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.