LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
16. januar 2023
Útgongur
30. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni í ár flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum.

Talan er um eitt fast starv og trý avloysarastørv í skiftandi vaktum.

  • Eitt fast starv á brøki 1,0 at byrja 01.03.2023 ella eftir avtalu
  • Tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøki 0,8 frá 01.03.2023 til og við 29.02.2024
  • Eitt farloyvisstarv á brøki 1,0 frá 01.03.2023 til og við 29.02.2024

Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.

Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbeiðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.

Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.

sí lýsing her

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið