Lýsing
Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum
Talan er um tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøki 0,8 frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu til 31. mai 2024. Størvini eru í skiftandi vaktum t.e dag-, kvøld- og náttarvaktum, og arbeitt verður 2 . hvørt vikuskifti.
Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.
Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.
Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.
Hvør ert tú?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum.