Lýsing
Á Psykiatriska deplinum sóknast vit eftir sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða á okkara innleggingardeild. Byrjað verður á núverandi innleggingardeildini P40 og til várs flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum.
Talan er um:
- Eitt fast starv á brøki 0,8 frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu
- Eitt barnsburðarfarloyvisstarv á brøki 0,8 frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu og fram til 31. oktobur 2024.
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum, og arbeitt verður 2 . hvørt vikuskifti.
Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur. Vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika. Vit vilja birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum.
Vit arbeiða miðvíst við at menna okkara miljøterapi, sum er snúningsásin í gerandisdegnum á deildini. Vit arbeiða málrættað við átakinum “Safewards”, sum stuðlar undir einum góðum og tryggum arbejðsumhvørvi, ið bøtir um trygd og nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Vit menna okkara røkt og viðgerð við at arbeiða miðvíst við betranarháttinum Quality Improvement.
Eitt av innsatsøkinum er at hava sjúklingin við í øllum avgerðum í sambandi við sjúklingagongdina, har avvarðandi eisini eru ein týdningarmikil partur av tilgongdini.
Hvør ert tú?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og vilt læra meira um sjúklingar við psykiatriskum sjúkum.
Tú kennir teg aftur, tá vit siga, at:
Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.
Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.
Tí skalt tú søkja arbeiði hjá okkum.
Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu. Vit hava dagliga refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma á vakt.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo ella á telefon 304500 lokal 4102.
Umsóknarfreistin er tann 26. november 2023
Vinarliga søk starvið her.
Les um okkara visión, missión og strategimál her.