Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
26. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:
Fast starv 36 tímar/viku 01.09.23
Fast starv 32 tímar/viku 01.09.23
Barsilsavloysarastarv 32 tímar/viku 01.09.23 til 31.03.24
Barsilsavloysarastarv 32 tímar/viku 01.09.23 til 31.10.24
Farloyvisstarv 28 tímar/viku 01.09.23 til 31.12.24
Farloyvisstarv 28 tímar/viku 01.09.23 til 31.12.24

Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagskurð og viðrakning er á deildini. Deildin hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• royndir frá skurð- og medicisnkari deild er ein fyrimunur
• góð tvørfaklig samstarvsevni
• góðan telduførleiki
• undirvísa og miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin
• vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.

Vit kunnu bjóða:
• innleiðslu og upplæring
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• dynamiskt og fjøllbroytt arbeðisumhvørvi við nógvum spennandi avbjóðingum.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Ingrid Petersen, deildarleiðara telefon 40 45 50 ella teldupost ingpe@ks.fo

Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 12. juni 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið