Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til seingjardeildina.
- Eitt fast starv á lønarbrøki 0,5 í skiftandi vaktum frá 1 august 2022.
- Eitt fast starv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vakturm frá 1. septembur 2022.
- Eitt avloysarastarv á lønarbrøki 0,8 í skiftandi vaktum frá 1 august 2022 - 31 august 2023.
Seingjadeildin er blandað skurð- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagskurð og viðrakning er á deildini. Deildin hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.
Krøv til umsøkjaran:
- prógv og góðkenning
- royndir frá skurð- og medisinskari deild er ein fyrimunur
- góð tvørfaklig samstarvsevni
- góðan telduførleiki
- vilja og evni at brúka reflektión sum lið í menningini.
Vit kunnu bjóða:
- innleiðslu og upplæring
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- positivt tvørfakligt samstarv
- dynamiskt og fjøllbroytt arbeðisumhvørvi við nógvum avbjóðingum.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Synnøvu Hansen, deildarleiðara telefon 22 38 63 ella teldupost synnova@ks.fo.
Umsókn, saman við prógvi, góðkenning og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er hósdagin 14. juli 2022
Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.