Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
20. maj 2022
Útgongur
19. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til skurðgongina.

  • Fast starv 0,7 tíð til setan frá 01.09.22.
  • Avloysara starv 0,7 tíð til setan 01.11.22  31.08.23.

Størvini umfata dagarbeiði á ambulatoriigongini.

Á ambulatoriið koma sjúklingar til skurð-, ortopædkirurgisk-, og urologiskt ambulatorium, endoskopi, ESWL (steinknúsing) og skaðastovu.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi og fjøltáttað arbeiði.
  • Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu kvalifikatiónum og royndum.
  • Vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar bæði trivna og góða sjúklingagongd.

Vit ynskja ein starvsfelaga, sum:

  • Hevur royndir innan økið, ella ynskir at byrja eina nýggja yrkisleið á hesum øki.
  • Hevur hollar kliniskar royndir.
  • Megnar ein dag, har nógv er at gera.
  • Er ein góður starvsfelagi og kann geva íkast til góðan arbeiðsfelagsskap.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um  ynskir at vita meira um størvini, ert  vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara,
Anna Maria Dahl, tlf. 40 45 09, ella teldupost: annam@ks.fo ella Súsanna Olsen, varastjóra, tlf.
220366, teldupost susanna@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 15.06.2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið