Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
8. juni 2023
Útgongur
21. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv frá 01.09.23. Arbeiðstíðin er 28 tímar um vikuna.

Starvið umfatar dagarbeiði á ambulatoriigongini.

Á ambulatoriið koma sjúklingar til skurð-, ortopædkirurgisk-, og urologiskt ambulatorium, endoskopi, ESWL (steinknúsing) og skaðastovu.

Vit kunnu bjóða tær:
· eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi og fjøltáttað arbeiði
· innleiðslu og upplæring við útgangsstøðið í tínum fakligu kvalifikatiónum og royndum
· vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar bæði trivna og góða sjúklingagongd.

Vit ynskja ein starvsfelaga sum:
· hevur royndir innan økið, ella ynskir at byrja eina nýggja yrkisleið á hesum øki
· hevur hollar kliniskar royndir
· megnar ein dag, har nógv er at gera
· er ein góður starvsfelagi og kann geva íkast til góðan arbeiðsfelagsskap.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Anna Maria Dahl, tlf. 40 45 09, ella teldupost: annam@ks.fo ella Súsanna Olsen, varastjóra, tlf. 220366, teldupost susanna@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 21.06.2023.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið