Landssjúkrahúsið
Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum.
Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 í skiftivaktum til setan frá 01.09.2025.
Tvey barnsburðarfarloyvisstørv á brøk 0,8 í skiftivaktum til setan 01.09.2025 - 31.08.26.
Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 32 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Deildin fevnir eisini um Dagskurð. Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2/Dagskurð á Skurðdeplinum.