Lýsing
Strandarlon á Boðanesheiminum søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til starvsbrøk 0,8 ella annan brøk, sum passar tær betur. Størvini verða sett frá 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
Eftir ynski kunnu flestu ella allar vaktir vera dagvaktir og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti.
Um deildina
Strandarlon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Strandarlon miða vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Málið er at búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast og hava tað gott.
Nógvar fakligar avbjóðingar eru innan fyri fleiri sjúkubólkar, eins og vit alsamt arbeiða við at menna vitan og mannagongdir innan fleiri serøkir, m.a. KOL, diabetes, parkinson, og palliation. Rehabilitering og viðlíkahald av verandi førleikum er eitt av málunum, við tí røkt og viðgerð sum verður veitt.
Strandarlon var eitt av pilotøkjunum í sambandi við íverkseting av journalskipanini Cosmic og verður tí øll røkt og viðgerð dokumenterað talgilt.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sjúkrahúsini, kommunulæknar o.l.