Lýsing
Strandarlon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Strandarlon miða vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Málið er at búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast og hava tað gott.
Nógvar fakligar avbjóðingar eru innan fyri fleiri sjúkubólkar, eins og vit alsamt arbeiða við at menna vitan og mannagongdir innan fleiri serøkir, m.a. KOL, diabetes, parkinson, og palliation. Rehabilitering og viðlíkahald av verandi førleikum er eitt av málunum, við tí røkt og viðgerð sum verður veitt.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sjúkrahúsini, kommunulæknar o.l.
Søkt verður eftir:
- tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til starvsbrøk 0,8. Møguleiki er fyri at broyta brøkin. Størvini verða sett frá 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu
Eftir ynski kunnu flestu ella allar vaktir vera dagvaktir og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti