Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
29. maj 2025
Útgongur
11. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til tíðaravmarkaði størv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Um størvini

Eitt starv við arbeiðstíð á 0,8 í øllum vaktum til setan frá 1. august 2025 til og við 31. juli 2026.

Eitt starv við arbeiðstíð á 0,8 í øllum vaktum til setan 1. juli 2025 ella skjótast møguligt eftir tað til og við 30. oktobur 2025.


Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heilivágsdeild við akuttari móttøku. Á deildini eru uml. 30 starvsfólk og 20 seingjapláss. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á seingjadeildini hevur tú eisini tætt samstarv við aðrar deildir á sjúkrahúsinum.

Vit vænta at umsøkjarar

  • setatørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • havahug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • havagóð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kennaábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • havaprógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • havatelduførleika – vit nýta Cosmic.


Vit kunnu bjóða

  • einavbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamarog dugnaligar starvsfelagar
  • mennandiuppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaðainnleiðslu.

Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað.


Setanartreytir

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lisbet Jacobsen, deildarleiðara tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost lisbet@ssh.fo.

 

Umsókn v.m
Um hetta hevur tín áhuga gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi týsdagin 10.06.2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Líknandi størv

31. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið