Lýsing
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum. Boðanesheimið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Boðanesheimið lat upp í 2012 og hevur pláss fyri 64 búfólkum.
Traðarlon er ein røktardeild, og her búgva 24 búfólk við ymiskum førleikum og tørvi á hjálp. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144460