VEKS
Útgivið
26. juli 2021
Útgongur
12. august 2021
Staður
Bakkavegur 59  FO-350 Vestmanna, Faroe Islands

Lýsing

Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum at seta skjótast gjørligt til økið Mørkin.

Starvsbrøkur 1,0, møguleiki er fyri lægri brøki.
Størvini eru í dagvaktumvaktum. Um ynski er um skeivar vaktir og vikuskifti, ber hetta til.

Góðir møguleikar eru fyri fakligari menning, bæði um einstaklingur og saman við dugnaligum starvsfelagum.

Arbeitt verður út frá hesum støðum:

  • Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

Førleikar 

  • Útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga í kliniskum sjúkrarøktararbeiði á stovni og heima hjá borgarum
  • Áhuga í at leggja røktargongdir til rættis og eftirmeta røktargongdir
  • Jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðarar,  aðrar fakbólkar og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til sini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. august 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið