Lýsing
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ambulatorie sjúkrarøktarfrøðingi til Børn & Ung Somatikk. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 í dagtíð við setan frá 01.10.2023.
Tann, ið verður settur, kemur at arbeiða onkrar vaktir halgidagar. Tað kann koma fyri at tann, ið settur verður, eisini kemur at arbeiða okkurt einkult vikuskifti í røktini á Børn & Ung Somatikk.
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.
Familjudepilin varð settur á stovn 1. juni 2021. B & U Somatikk flytir eftir ætlan yvir í nýggja H-bygningin í 2024.
Tann ið verður settur í starvið, kemur at arbeiða á barnadeildini til flutt verður yvir í H-bygningin.