Landssjúkrahúsið
Útgivið
14. januar 2025
Útgongur
28. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.

Á intensivdeildini G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum eru tvey fulltíðarstørv sum sjúkrarøktarfrøðingur leys at søkja.

Eitt starv er fast starv á brøki 1,0 til setan frá 01.03.2025 ella eftir nærri avtalu.

Eitt starv er avloysarastarv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi frá 01.03.2025 til 01.03.2026 ella eftir nærri avtalu.

Um deildina
G1 er ein deild við fleiri serøkjum, sum umfata intensivdeild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara og tveimum toymisleiðarum við ábyrgd fyri sjúkrarøktini og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.

Intensivdeildin tekur í móti øllum medisin - og skurðsjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir skurðsjúklingar, sum verða doyvdir, koma í viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis sjúkar sjúklingar.

Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góðan telduførleika
  • Intensiv serútbúgving og/ella kliniskar royndir innan serøkini á deildini er ein fyrimunur

Vit vænta, at tú:

  • Er eldhugað/ur og hevur fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum, og í vikuskiftum

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá starvsfeløgum og deildarleiðslu

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fæst at vita  við at venda sær til Hannu Helenu Weihe Simonsen, deildarleiðara, á lokal 5811, hanwe@ls.fo ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara, á lokal 5707, jonfo@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 28.01.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

14. januar 2025
14. januar 2025
Námslektari í sjúkrarøktarfrøði   Faroe Islands nýtt
13. januar 2025
31. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið