Útgivið
5. august 2022
Útgongur
22. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólkum til báðar eindirnar á Norðoya Røktarheimi.

Niðristova:

  • Sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 1,0 ella eftir avtalu
  • Heilsurøktara á setanarbrøki 1,0 ella eftir avtalu
  • Heilsurøktara í tíðaravmarkað starv á setanarbrøki 0,8 frá 1. oktober 2022 til 1. juli 2023

Uppistova:

  • Heilsurøktara á setanarbrøki 1,0 ella eftir avtalu
  • Tveimum heilsuhjálparum á setanabrøki 1,0 ella eftir avtalu

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við størvunum er at veita búfólkunum á Norðoya Røktarheimi dygdargóða sjúkrarøkt, røkt og ein tryggan gerandisdag við støði í ynskjum og tørvum hjá tí einstaka búfólkinum.

Førleikakrøv og karmar
Til størvini krevjast ávikavist autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari, eins og útbúgving sum heilsuhjálpari.

Klinisk vegleiðaraútbúgving kann vera ein fyrimunur fyri starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur, og vegleiðaraútbúgving kann somuleiðis vera ein fyrimunur í størvunum hjá heilsurøktarunum.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar og kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og vilja til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Starvsfólk í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til deildarleiðaran á Niðristovu, Anniku Kallsberg, á tel. +298 793435, teldupostur annikak@nbh.fo, ella til deildarleiðaran á Uppistovu, Elsbu Lützen, á tel. +298 793430, teldupostur elsbal@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Búog Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 22. august 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið