Lýsing
Søkt verður eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna við møguleika fyri øðrum brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna við møguleika fyri øðrum brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna við møguleika fyri øðrum brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind
- KT-førleika á brúkarastøði
- Kann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari
VIT BJÓÐA TÆR
- ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta 1. september ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
SøkIr skikkaður umsøkjari ikki størvini, kunnu aðrir fakbólkar verða settir – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til jonad@rodin.fo.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 11. august 2024.