
Lýsing
Søkt verður eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,7 frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu.
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 svarandi frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,7 frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu.
- Feriuavloysarum bæði til røkt, reingerð og til køkin frá 15. juni til 31. august
Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.
Førleikar
- Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari.
- Góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
- Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
- Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir
Vit bjóða
- ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
- góða innleiðslu
- dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
- møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðari, telefon 793679 ella á teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.
Umsóknarfreist 4. apríl 2023