Økistænastan í Sandoyar sýslu
Útgivið
15. marts 2023
Útgongur
3. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 0,7 frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,7 svarandi frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu
  • Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 0,7 frá 1. juni 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Feriuavloysarum bæði til røkt, reingerð og til køkin frá 15. juni til 31. august

Arbeiðstíðirnar fyri størvini eru skiftandi 6-8 tímars vaktir og 2. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri lægri brøki.

Førleikar

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella heilsuhjálpari.
  • Góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki bæði á stovni og í heiminum hjá tí einkulta
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð tvørfaklig samstarvs- og samskiftis evnir

Vit bjóða

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • góða innleiðslu
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfelagum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

Økistænastan í Sandoyar sýslu arbeiðir miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu. Økistænastan veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim í økinum við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum. Økistænastan er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Heilsuhjálparafelag Føroya. Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.

Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú væl komin at seta teg í samband við Beintu Klein, deildarleiðari, telefon 793679 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 4. apríl 2023

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið