Nánd-Heimatænastan
Útgivið
23. oktober 2024
Útgongur
6. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi/heilsurøktara til eldrasambýlið Gøtubrá frá 1. desember 2024. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Starvið er á ovaru hæddini, har tað eru 10 búpláss. Har arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk, køksstarvsfólk umframt reingerðarfólk.

Starvið er fulltíðarstarv í dag- og náttarvaktum og triðja hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri niðursettari tíð.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki við samansettum heilsutrupulleikum og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

 

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur áhuga og møguligar royndir í geriatriskari sjúkrarøkt, sum m.a. fatar um palliatión, kroniskar sjúkur, demens og polyfarmaci
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • gongur á odda at tryggja høga fakliga dygd í kjarnuuppgávuni, sum snýr seg um at veita borgarunum umsorgan og røkt, so teir uppliva tryggleika, nærlagni og fakliga dygd
  • ert til reiðar at miðla vitan til starvsfelagar

Um eingin við útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari heilsuútbúgving og royndum innan eldraøkið verða settur.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólkregluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhøl
  • unum á Miðstøðini í Leirvík

 

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og telduposti edit@eystur.fo ella varadeildarleiðara Elsebeth S. Danielsen á 730222 og telduposti elsebethd@eystur.fo.

Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.11.2024 kl. 12. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið